Hitt styrkir samanhaldið á Glyvrum

Hitt styrkir samanhaldið á Glyvrum
"Hitt er eitt tiltak, sum ger tað eyka hugnaligt at búgva her á Glyvrum, tí tað styrkir samanhaldið," sigur Herbjørg H. Jøkladal, ein av stigtakarunum
Fólk kunnu vænta sær eitt inniligt, ektað, hugnaligt og minnisríkt tiltak frá byrjan til enda við einum dimsi av Glyvramentan, siga fyriskipararnir av Hitt á Glyvrum
Mynd: Rógvi Langgaard  
 
11.04.2025 - 14:50

Í annaðkvøld, leygarkvøldið, verður fyri aðru ferð skipað fyri tónleikatiltakinum "Hitt á Glyvrum", har vanlig fólk lata heim og stovur upp á víðan vegg, fyri at geva áhoyrarunum tónlistarligar upplivingar út yvir tað vanliga. 

Níggju tónlistanøvn spæla samanlagt 18 stovukonsertir í níggju húsum í grannalagnum, sum fevnir um Geilarveg, undir Gørðum og á Sýnini á Glyvrum. 

Í ár kunnu fólk hoyra: Lenu Anderssen, Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir, Vágaverk, Vestmenn, Blátt gras, Herborg Torkilsdóttir, Lyon og Die Færøsche Polkaband. 

Í mun til í fjør, so hava fyriskipararnir í ár eisini sett eitt tjald upp á økinum, har Jens Marni fer at spæla, tá allar stovukonsertirnar eru lidnar. 


Leygarkvøldið verða dyrnar í grannalagnum á Sýnini á Glyvrum aftur latar upp á víðan vegg til tiltakið Hitt á Glyvrum (Mynd: Rógvi Langgaard)
 

Hitt ger tað hugnaligari at búgva á Glyvrum

Men hvat fær eitt vanligt grannalag á Glyvrum av sínum eintingum at skipa fyri einum sovorðnum tiltaki?

Herbjørg H. Jøkladal er ein av stigtakarunum. 


Mynd: Rógvi Langgaard

 

Hvussu fingu tit hugskotið til Hitt?

»Tað byrjaði alt við, at fleiri av grannunum her á Glyvrum av tilvild hittust til HOYMA í Gøtu, har vit hugnaðu okkum óført. Vit samdust um, at tað var rættiliga serligt at taka gomlu siðvenjuna við at ganga húsagongd og seta hana í ein nútíðarsamanhang. Tí bleiv Hitt stáplað upp á beinini her á Glyvrum í fjør, og tað hepnaðist so mikið væl, og vit høvdu selt knapt hundrað atgongumerkir til tiltakið í ár, áðrenn eitt einasta navn var kunngjørt.


Enekk við Kára Sverrissyni á odda var eitt av nøvnunum, sum spældi til Hitt í fjør (Mynd: Rógvi Langgaard)

 

Hví skipa tit í grannalagnum fyri Hitt? 

»Vit skipa fyri Hitt, tí vit vilja savna fólk í nærumhvørvinum her kring tónleikin. Vit ynskja at skapa samveru á ein hugnaligan, óformligan og nærverandi hátt í einum heimligum umhvørvi. Og so er Hitt eitt tiltak, sum styrkir samanhaldið millum okkum, ið búgva her á Glyvrum. Vit koma hvørjum øðrum við, hava okkurt at hittast og samlast um, og tað ger tað eyka hugnaligt at búgva á Glyvrum.


SWAY framføra til Hitt á Glyvrum í fjør (Mynd: Rógvi Langgaard)

 

Hvat er endamálið við Hitt? 

»Endamálið við Hitt er at skapa eina autentiska uppliving á Glyvrum, har tónleikarar, áhoyrarar og vertir koma saman á jøvnum føti til eina hugnaliga løtu inni hjá hvørjum øðrum. Harvið geva vit eisini øðrum, ið kanska bara hava koyrt framvið og í grundini ikki vita hvar Glyvrar eru, ein møguleika at uppliva Glyvrar, sum jú er heimsins nalvi.«


Ein fjeppari fær eina minniliga mynd saman við Sway í sambandi við Hitt á Glyvrum í fjør (Mynd: Rógvi Langgaard)

 

Er nakað øðrvísi við Hitt í ár enn í fjør? 

»Ja í fjør var tiltakið partur av mentanarvikuni, men av tí at mentanarvikan er á tremur við tiltøkum, hildu vit, at Hitt við fyrimuni kundi vera áðrenn, soleiðis at tað fekk betur rúmd. Vit hava eisini víðkað um tiltakið í ár. Vit seta eitt tjald upp fyri endan av strætinum, har fólk kunnu støðga á til eitt prát. Ætlanin er eisini at hava eitt longri tónleikainnslag har, eftir at stovukonsertirnar eru liðnar. Vit leggja okkum eftir at gera tiltakið so gott, sum vit yvirhøvur kunnu, við teimum royndum, vit fingu í fjør. Og í ár hava vertirnir sjálvir skotið tónleikanøvn upp. Hetta gjørdist samstundis eitt slag av eini fantastiskari tilvild, sum hevur givið eitt fjølbroytt úrval við nøkrum av teimum allarbestu føroysku tónleikanøvnunum.«


Signar í Homrum rúnarbindur áhoyrararnar til Hitt á Glyvrum í fjør (Mynd: Rógvi Langgaard)

 

Hvat fáa tit burtur úr at brúka orku upp á at skipa fyri Hitt? 

»Vit geva til lokalumhvørvið, og við at geva fáa vit gleði og orku afturfyri at síggja, hvussu tónleikurin og upplivingarnar savna fólk og skapa nýggj sambond. Vit styrkja samanhaldið og trivnaðin millum okkum, sum búgva her í grannalangum, meðan vit fyrireika, og vit gleðast um at síggja gestirnar fara heim við góðum minnum frá einum góðum kvøldi.«


Herbjørg H. Jøkladal og nakir av hinum vertunum til Hitt á Glyvrum í tjaldinum, sum er sett upp í grannalagnum í sambandi við tiltakið
 

Hvat kunnu fólk vænta sær av Hitt í ár? 

»Fólk kunnu vænta sær eitt inniligt, ektað, hugnaligt og minnisríkt tiltak frá byrjan til enda við einum dimsi av Glyvramentan. Tað verður gott. Tað verður eitt hitt.«

 

Hvat: Hitt á Glyvrum
Hvar: Grannalagið á Geilarvegi, undir Gørðum og á Sýnini á Glyvrum
Nær: Leygarkvøldið 12. apríl kl. 19.30

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948