Politisk semja um sálarligan harðskap

Politisk semja um sálarligan harðskap
Rættarnevndin heldur, eins og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at revsilógin skal broytast, so hon eisini fær ásetingar um tráfylging og sálarligan harðskap
Semja um at broyta revsilógina.
 
23.04.2025 - 09:13

Rættarnevndin heldur, eins og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at revsilógin skal broytast, so hon eisini fær ásetingar um tráfylging, - stalking, og sálarligan harðskap.

Og har aftrat áseting um ágang móti alment settum starvsfólkum.

Í galdandi revsilóg er eingin sjálvstøðug áseting um tráfylging og heldur ikki um sálarligan harðskap.

Ein onnur broytig er, at fyrningarfreistin fyri harðskap móti fólki, sum er yngri enn 18 ár, skal ikki byrja fyrr enn tann órættaði fyllir 21 ár.

Og nýggj áseting er eisini um tey, sum undir serliga skerpandi umstøðum gera kartellavtalu, tað er semju um kapping.

Broytingarnar í revsilógini koma í gildi dagin eftir, tær eru kunngjørdar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360