Bryggjulaksur og marknaðaratgongd

Bryggjulaksur og marknaðaratgongd
Bryggjulaksur var í Vágsbotni í dag. Kringvarpið spurdi sølustjóran á Hiddenfjord, hvat fyritøkan heldur um marknaðaratgongdina fyri víðarivirkaðar vørur
 
03.05.2025 - 18:18

Tiltakið Bryggjulaksur hevur verið í Vágsbotni í dag. Kokkar høvdu havt fríar teymar at gera laksarættir, og tiltakið var væl vitjað.
Laksamarknaðurin hevur verið avbjóðaður í seinastuni við lágum laksaprísum og amerikanskum tolli, men føroyski laksurin hevur kortini góða marknaðaratgongd.

Bryggjulaksur er eitt dømi um innovatión við laksavørum, og okkurt árið hevur laksaísur verið at fáa. 

Hóast fiski- og alivinnan ofta vísa á, at marknaðaratgongdin fyri slíkar víðarivirkaðar vørur ikki er nøktandi, læt sølustjórin á Hiddenfjord, Óli Hansen, ikki so illa at, tá Kringvarpið hitti hann í Vágsbotni í dag.

 

 
1741402

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793