Fimm bókhandlar vóru í Føroyum í 1920-árunum

Fimm bókhandlar vóru í Føroyum í 1920-árunum
Í 1921 fór Amtsbókasavnið at virka sum landsbókasavn, og tað hevði við sær, at bøkur vórðu sendar út á bygd, eins og bókakassar vórðu gjørdir til at seta umborð á skipini
 
05.05.2025 - 12:17

Hvat lesa føroyingar í 1920-árunum? Hvørji eru tey føroysku bløðini, ið koma út hetta tíggjuáraskeiðið? Hvussu er statt, tá talan er um bókasøvn og bókhandlar?

Hvørja støðu hevur føroyska málið og hvussu veit við, tá talan er um málstríðið? Og hvat hendur annars á føroyska bókmentapallinum í 1920-árunum, tað veri seg á tí vertsliga og tí andaliga?

Hesir er nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir í Teimum brølandi tjúgunum hesuferð.

Nomið verður við høvundar sum Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus, Poul F. Joensen, Christian Matras og William Heinesen.

Umleið 60 føroyskar bøkur komu út í 1920-árunum.

 

Málstríðið merktist, tá talan var um andaligu bókmentirnar

Tá talan er um andaligar bókmentir, hendi nógv í 1920- og 1930-árunum. Bæði Jákup Dahl, próstur, og Victor Danielsen, trúboðari í Brøðrasamkomuni, umsettu Bíbliuna, eins og teir eitt nú eisini skrivaðu og umsettu sálmar og sangir.

Nomið verður eisini við tann týdning, ið fyrsta sangbókin – Sálmar, hjá Brøðrasamkomuni, ið kom út í 1920, fekk.

Saman við Maluni Marnersdóttir, ið er professari í bókmentum og ein av høvundunum til bókaverkið Føroysk bókmentasøga, viðgera vit 1920-árini úr bókmentaliga sjónarhorninum, eins og vit eisini hoyra brot úr føroyskum skaldskapi um hetta mundi.

Sendingin kann hoyrast her:

1741261

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Meira um sama evni

Siðsøga