Kringvarpið vísir Eurovision Song Contest 2025 

Um KVFTíðindi
Kringvarpið vísir Eurovision Song Contest 2025 
Høvi verður at fylgja Sissal Jóhonnu í Kringvarpinum, tí báðar hálvfinalurnar og finalan í Eurovision-sangkappingini verða vístar í sjónvarpinum og stroymdar á kvf.fo 
Dansk Melodi Grand Prix 2025 var hildið 1. mars 2025, tá ið Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen ognaði sær pláss í Eurovision Song Contest.
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
06-05-2025

Spenningurin til ársins útgávu av Eurovision-sangkappingini er eyka stórur millum føroyingar, tí í ár skal Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn umboða Danmark við sanginum "Hallucination".

Eftir samráðingar við bæði European Broadcasting Union (EBU) og DR hevur Kringvarpið fingið rættindini til at samsenda Eurovision Song Contest 2025 saman við DR.

Vit vísa báðar hálvfinalurnar ávikavist týskvøldið 13. mai og hóskvøldið 15. mai og síðani finaluna leygarkvøldið 17. mai. 

 

Størsta og elsta tónleikakapping

Eurovision-sangkappingin er størsta og elsta tónleikakapping í heiminum. Hon varð fyrstu ferð hildin í 1956. Íblásturin at skipa fyri kappingini kom frá italska Sanremo Music Festival, sum hevur verið hildin síðani 1951.

Sangkappingin verður í ár send beinleiðis úr Basel í Sveis við luttakarum úr í alt 37 londum. Frakland, Týskland, Italia, Spania og Bretland eiga fast pláss í finaluni, meðan hini 33 londini skulu royna at syngja seg til eitt av 20 finaluplássum í tveimum hálvfinalum. 

15 lond kappast um tey 10 finaluplássini í fyrru hálvfinaluni týskvøldið 13. mai, meðan 16 lond kappast um tey 10 plássini í seinnu hálvfinaluni, ið er hóskvøldið 15. mai. 

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn, sum umboðar Danmark við sanginum "Hallucination", er í seinnu hálvfinaluni.  

 

Per stendur fyri pallsetingini

Sissal Jóhanna er ikki einasti føroyingur í danska ferðaliðnum, sum í fyrstu atløgu skal royna at tryggja Danmark eitt, eftir hondini, rættiliga sjáldsamt finalupláss. 

Sjónvarpsframleiðarin Per Zachariasen er eisini við. Per stendur fyri pallsetingini hjá Sissal Jóhonnu.

Pallsetingin, ið Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen vann danska Melodi Grand Prix við, fekk nógar ákoyringar. 

 

Føroyskt toymi sigur frá kappingini 

Umframt at Kringvarpið sendir frá bæði Eurovision hálvfinalunum og finaluni, so dekkar Kringvarpið eisini sangkappingina væl.  

Tvey starvsfólk úr Kringvarpinum leggja leiðina til Basel, tað eru Rúni Jákupsson, programmfólk, og Gestur Janusarson Lómstein, fotografur.

Teir tryggja, at føroyingar fáa feskastu tíðindini úr Basel við innsløgum og samrøðum í útvarpinum og sjónvarpinum og greinum á heimasíðu Kringvarpsins.  

 

Beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðuni 

Øll trý kvøldini við Eurovision sendir Kringvarpið beinleiðis í sjónvarpinum. Eisini ber til hjá fólki, ið eru stødd í Føroyum, at stroyma á kvf.fo. 

- Fyrra hálvfinala: Týsdag 13. mai, kl. 20 
- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 15. mai kl. 20
- Finala: Leygarkvøldið 17. mai kl. 20

 

Gunnar Nolsøe verður frásøgufólk úr Sortudíki 

Føroyingar kunnu fylgja við øll trý Eurovision-kvøldini, meðan Gunnar Nolsøe sigur frá. Kringvarpið fær signal úr DR uttan danska viðmerkjaran. Tó verða danskir undirtekstir, tá ið tað verður tosað enskt í sendingini.  
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139

Um kvf css