Misnøgdir amerikanskir granskarar skulu lokkast til Evropa

Misnøgdir amerikanskir granskarar skulu lokkast til Evropa
ES ætlar at brúka næstan fýra milliardir danskar krónur uppá at lokka granskararar frá USA til Evropa, nú Trump, forseti, steðgar ávísari gransking í USA, skrivar nrk.no
Mynd: Shutterstock.com  
 
06.05.2025 - 08:20

Í gjár skipaðu Ursula von der Leyen, ES-forseti, og Emmanuel Macron, forseti Fraklands, fyri einum fundi, sum hevði til endamáls at yvirtala - ella lokka - misnøgdar amerikanskar granskarar til Evropa at arbeiða.

Tað skrivar nrk.no. 

Fundurin kom í lag eftir at amerikanski forsetin gjørdi av at steðga ávísari gransking, og sum eisini gjørdi av at seta strong tiltøk í verk ímóti fleiri lærdum háskúlum.

ES-kommiserar, granskarar og granskingarráðharrar úr øllum limalondum vóru á fundinum, og tað sama vóru umboð fyri Noreg, Stórabretland og Sveits, sum annars ikki eru limir í ES.

 

Fyrstu granskararnir eru komnir

Tað fyrsta universitetið at fáa granskarar úr USA, var franska AMU-universitetið, ið heldur til í Aix-Marseille.

Í farna mánaði kunngjørdi universitetið, at tað hevði fingið umsókn frá 242 skikkaðum persónum til umleið 20 størv.

Norsku myndugleikarnir hava sett umleið 64 milliónir danskar krónur av til sama endamál. Og orsøkin er sambært stjóranum í norska granskingarráðnum, Mari Sundli Tveit, einføld. 

- Akademiska frælsið er undir trýstið, og tað verður skorið í fíggingini, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576