Longustovnurin undir Føroyum er longu undir vandamarkinum

Longustovnurin undir Føroyum er longu undir vandamarkinum
Veiðan eftir longu undir Føroyum er lítið broytt síðani í fjør, hóast ICES mælir til at gevast við fiskiskapinum eftir longu, vísa stovnsmetingar hjá Havstovuni
Mynd: Shutterstock.com  
 
08.05.2025 - 13:00

Longustovnurin hevur verið støðugt minkandi, og nú verður mett, at hann er undir vandamarkið.

Tað vísir stovnsmeting hjá Havstovuni frá í fjør.

"Hóast stovnsmetingin frá í ár ikki er kunngjørd enn, so verður neyvan nøkur stórvegis broyting í tølunum," sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni.

 

Stovnsmetingar síðani 2020

Á heimasíðuni hjá Havstovuni stendur, at Havstovan ger stovnsmetingar av longu undir Føroyum hvørt ár.

"Fyrstu ferð, longa varð stovnsmett við fullari stovnsmeting, var í 2020. Tá var stovnurin tað mesta, hann hevur verið. Síðani hevur tað gingið skeiva vegin, og longu í 2023 var stovnurin minkaður niður í eitt tað minsta, vit vita um." 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, ger vart við, at tað er serliga lága tilgongdin av longu, sum liggur til grundar fyri, at stovnurin minkar.

"Men veiðitrýstið er eisini høgt," leggur hann afturat. 


Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Sama veiðitrýst

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, viðmældi í fjør, at mann skuldi gevast við at fiska longu undir Føroyum í 2025.

Sambært hagtølum hjá Vørn, so er fiskiskapurin eftir longu fyrstu fýra mánaðirnar í ár umleið tann sami sum í fjør, hóast ICES-viðmælið. 

Higartil í ár eru 708 tons fiskað, samanborið við 675 tons um sama mundið í fjør. 

 

INNSLAG_Stovnsmetingar_av_longu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263