Íslendskir kúllar nevna Føroyar í sínum sangi

Íslendskir kúllar nevna Føroyar í sínum sangi
Beiggjarnir í bólkinum VÆB, sum umboða Íslandi í fyrru Eurovision-hálvfinaluni í kvøld, hava ikki gloymt sínar grannar í teirra sangi "Róa"
Íslendsku beiggja-bólkurin VÆB
Mynd: EBU/Corinne Cumming  
 
13.05.2025 - 10:20

Hóast Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn ikki fer á pallin við "Hallucination" fyrr enn í seinnu Eurovision-hálvfinaluni hóskvøldið í Basel, sum eru Føroyar hóast tað eisini partur av fyrru hálvfinaluni í kvøld. 

Tá íslendsku Matthíasson-beiggjarnir, Hálfdán Helgi (21) og Matthías Davíð (20), í kvøld skulu royna at syngja Ísland í sjálva finaluna við sanginum "Róa", ið merkir "Rógva", so nevna teir Føroyar við í sanginum. "Við árum úr stáli, sum halda í eitt ár, við kós móti Føroyum, ja, eg eri klárur," syngja íslendsku kúllarnir í sanginum, sum best kann lýsast sum ein nútímans útgáva av einari sjómansvísu. 

 

Sirkuskið komið til býin

Eurovision-feburin er av álvara í hæddini í sveisiska býnum Basel, sum er vertur fyri Eurovision í ár. 

Sunnudagin var almenna skrúðgongan við luttakarunum í miðbýnum í Basel. 

Tað er ikki heilt av leið at siga, at Eurovision er eitt sindur av einum sirkusi, ið kemur til býin. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Jóhanna mitt í verðini

Sissal Jóhanna sær út til at vera mitt í verðini og at stórtrívast í Eurovision-sirkusinum.

Fyrstu myndirnar og sjónbandaupptøkurnar av pallsetingini hjá Sissal Jóhonnu eru komnar út og kunnu síggjast HER.  

Málið hjá Sissal Jóhonnu er at syngja Danmark aftur í Eurovisio-finaluna, sum eingin hevur megnað síðani 2019. 

Serfrøðingar halda, at Sissal Jóhanna er endað í tí sterkaru hálvfinaluni, sum verður hóskvøldið. 


Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn til almennu skrúðgonguna sunnudag (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Ísland er fyrsti sangur

Íslendsku kúllarnir í VÆB hava fingið heiðurin at byrja Eurovision-ballið í ár, tí teir eru fyrstir á pallin í Basel í kvøld. 

Tíverri verður ikki væntað, at sjarmerandi íslendingarnar fara at mega at syngja seg í finaluni. 

Sambært veddingarfyritøkunum, so enda teir nummar 12 av teimum 15 londunum, sum luttaka í kvøld. Bara 10 koma í finaluna. 

Stóri favoritturin til at vinna Eurovision í ár er sum so ofta fyrr svenski sangurin. Í ár er hann ein kvøða til finsku hitastovuna og eitur "Bara bada bastu" og er sungin av KAJ. 

 

Fyrra Eurovision-hálvfinalan
  Land Luttakari Sangur
1 Ísland Væb "Róa"
2 Pólland Justyna Steczkowska "Gaja"
3 Slovenia Klemen "How Much Time Do We Have Left"
4 Estland Tommy Cash "Espresso Macchiato"
5 Ukraina Ziferblat "Bird of Pray"
6 Svøríki KAJ "Bara bada bastu"
7 Portugal Napa "Deslocado"
8 Noreg Kyle Alessandro "Lighter"
9 Belgia Red Sebastian "Strobe Lights"
10 Aserbaijan Mamagama "Run with U"
11 San Marino Gabry Ponte[f] "Tutta l'Italia"
12 Albania Shkodra Elektronike "Zjerm"
13 Niðurlond Claude "C'est la vie"
14 Kroatia Marko Bošnjak "Poison Cake"
15 Kypros Theo Evan "Shh"

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429