Granskaðu fyri 367 milliónir í 2023

Granskaðu fyri 367 milliónir í 2023
252 ársverk fingust við gransking og menning í 2023, 96 kvinnur og 146 menn
Í Føroyum vóru útreiðslurnar til gransking og menning minni enn í hinum Norðurlondunum í 2023 og í 2022. 
Mynd: Hagstovan  
 
21.05.2025 - 09:55

Føroyar granskaðu og mentu fyri 1,4 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í 2023, sum er 367 mió. kr.

Tað eru 0,3 prosentstig minni enn í 2022, skrivar Hagstovan.

Tó skal sigast, at BTÚ vaks 6,7 prosent í ársins prísum sama tíðarskeið.

252 ársverk fingust við gransking og menning í 2023, 96 kvinnur og 146 menn.

Í Føroyum vóru útreiðslurnar til gransking og menning minni enn í hinum Norðurlondunum í 2023 og í 2022. 

Í Noregi vóru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,6 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,5 prosent. 

Í øllum Norðurlondunum eru útreiðslurnar til gransking og menning samanborið við BTÚ minkaðar eitt vet í 2023.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558