Yvirtaka loftferðsluna í stigum

Yvirtaka loftferðsluna í stigum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, og Thomas Danielsen, flutningsmálaráðharri, hava skrivað undir yvirlýsing
Tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Thomas Danielsen, flutningsmálaráðharri, høvdu skrivað undir yvirlýsingina um at yvirtaka loftferðsluøkið.
 
26.05.2025 - 13:04

Føroyar yvirtaka nú ábyrgdina av málsøkinum loftferðsla.

Ein felags yvirlýsing um at yvirtaka málsøkið í stigum er gjørd.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, og Thomas Danielsen, flutningsmálaráðharri, hava skrivað undir yvirlýsingina.

Ábyrgdin fyri loftferðsluøkinum verður yvirtikin í stigum í samstarvi millum danskar myndugleikar og Føroya landsstýri, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Loftferðsla er tøkniligt krevjandi øki, og tí hava landsstýrið og danska stjórnin avtalað, at yvirtøkan verður framd í stigum.

 

 

Fyri fólkatingið í næstu tingsetu

Til tess at yvirtaka málsøkið í stigum krevst lógarbroyting, sum danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, ætlar at leggja fyri fólkatingið í næstu tingsetu. 

Aftrat hesum skal líknandi lógarbroyting gerast í Føroyum, eins og føroyskir og danskir myndugleikar í felag gera tíðarætlan fyri stigvísu yvirtøkuni.

Eisini verður settur arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum umboðum, sum fylgja við yvirtøkugongdini og tryggja framdrátt, samskipan og neyðuga vitanarskiftið, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392