Landsstýrið ger reglur um stutttíðarleigu

Landsstýrið ger reglur um stutttíðarleigu
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at vanlig fólk fáa ikki bústað fyri rímiligan prís, tí tað loysir seg nógv betur at leiga ferðafólki
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2025 - 07:47

Okkurt skal gerast, so fólk, sum leiga bústað, ikki noyðast at flyta út, tá summarið nærkast, tí bústaðurin skal leigast ferðafólki.

Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, á ferðavinnudegnum í gjár.

Hon segði, at landsstýrið er farið at gera reglur um stutttíðarleigu.

Sirið Stenberg segði, at vanlig fólk kunnu ikki longur finna sær bústað fyri rímiligan prís, hvørki at leiga ella at keypa, tí tað loysir seg nógv betur at leiga ferðafólki. 

Hon vísti á, at løgtingið hevur júst samtykt eykajáttan til at hýsa flóttafólkum, sum mugu flyta úr sínum íbúðum, tí tær skulu brúkast til ferðavinnu. 

Hetta er ikki burðardygt. Hetta mugu vit gera nakað við, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373