Nýtt sambýli á Argjum til vaksin við autismu

Nýtt sambýli á Argjum til vaksin við autismu
Sambýlið við Rygsá skal sambært tíðarætlanini vera liðugt seint í 2027
Tilboðini uppá lendis- og spreingiarbeioðið skulu vera inni í seinasta lagi 16. juni.
 
28.05.2025 - 08:33

Nú verður farið undir at byggja sambýlið við Rygsá á Argjum, sum er ætlað vaksnum við autismu. 

Landsverk biður nú um tilboð uppá lendis- og spreingiarbeiðið.

Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 16. juni.

Tey vera eisini latin upp tann dagin.

Á Keypsportalinum stendur, at vinnarin verður kunngjørdur 19. juni. Har stendur tó ikki hvar, hann verður kunngjørdur.

 

Liðugt í 2027

Sambýlið við Rygsá á Argjum skal sambært tíðarætlanini vera liðugt seint í 2027.

Talan er um ein bústovn til 24 vaksin fólk, sum bera autismu.

Sambýlið er býtt í fýra búeindir, og einstøku eindirnar skulu ikki órógva hvørja aðra. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342