Bakkafrost umbyggir næstu fýra vikurnar

Bakkafrost umbyggir næstu fýra vikurnar
Kyrjivirkið hjá Bakkafrosti liggur stilt næstu fýra vikurnar. Broytingar - ella dagføringar - skulu gerast, og neyðugt er at lata virkið aftur meðan arbeitt verður
Virkið hjá Bakkafrosti á Glyvrum skal dagførast
 
01.06.2025 - 19:31

Tað verður stilt á Bakka næstu fýra vikurnar. Í øllum førum, tá tað snýr seg um at kryvja laks, tí leiðslan hevur gjørt av at gera nakrar dagføringar, sum hava við sær, at virkið má leggjast.

- Hetta er partur av dagføringum, sum skulu gerast á virkinum, og tá vit í hesum føri skulu flyta maskinur, so mugu vit leggja stilt, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

Meðan virkið á Bakka liggur stilt vera umleið 50 fólk flutt til Suðuroyar at arbeiða, og tað verður gjørt fyri at virkið í Vági kann koyra við tveimum vaktum hetta tíðarskeiðið. Bakkafrost hevur leigað bústaðir í Suðuroy næstu fýra vikurnar, leggur stjórin afturat.

Umbyggingin, sum er partur av einari størri umbygging, kostar umleið 30 milliónir krónur, sigur Regin Jacobsen. Tann seinna umbyggingin hevur ikki við sær, at virkið má leggjast til, so tí fær hon ikki somu ávirkan sum henda, sigur stjórin á Bakkafrosti.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini klokkan 18.00:

1746607

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162