SEV arbeiðir við málinum um lønaravrokning

SEV arbeiðir við málinum um lønaravrokning
SEV váttar, at felagið er farið undir at kanna málið um møguliga manglandi lønaravrokning hjá maskinmeistarum. Tað krevur semju millum partarnar, sigur stjórin.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
 
07.06.2025 - 13:52

Eftir at Maskinmeistarafelagið í gjár boðaði frá, at felagið fer í rættin við einum kravi móti SEV, um ikki ítøkilig stig verða tikin beinanvegin, váttar SEV nú, at felagið arbeiðir við málinum.

Maskinmeistarafelagið metir, at maskinmeistarar hava tilsamans stívliga tríggjar milliónir krónur til góðar, grundað á innlit í tímaskrásetingar og lønarseðlar fimm ár aftur í tíðina. Felagið heldur seg hava prógv fyri, at yvirtíð og vaktargjøld ikki eru avroknað í samsvari við galdandi sáttmála.

SEV upplýsir, at málið er til viðgerðar. 

Tað eru í minsta lagið tveir partar sum skulu semjast um viðurskiftini, so tað má viðgerast eftir teimum mannagongdunum, sum tá vera brúktar, sigur stjórin í SEV. 

Hoyr samrøðuna við Hákun Djurhuus, stjóra í SEV: 

1747659

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115