Tyrla eftir sjúkum ferðafólki

Tyrla eftir sjúkum ferðafólki
Ferðafólkið var flogið á Landssjúkrahúsið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2025 - 07:59

Fyrrapartin í gjár var tyrla hjá Atlantic Helicopters eftir einum sjúkum ferðafólki á ferðamannaskipi, sum var statt 60 fjórðingar í útsynning úr Føroyum.

Ferðafólkið var flogið á Landssjúkrahúsið. 

Skipið var á veg úr Reykjavík til Lerwick.

 

Sleip

Seinnapartin sleipaði Rescue Jens ein bát til Havnar.Báturin var uppsteðgaður í Nólsoyarfirði.

Og í gjárkvøldið og í nátt sleipaði Brimil ein trolara á Vestmanna.

Trolarin var norðanfyri, tá hann fekk um skrúvuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810