246 hvalir merktir

246 hvalir merktir
Grindin í Leynum gjørdi landgongd, og drápið tók 15 minuttir.
 
13.06.2025 - 07:57

246 hvalir eru merktir eru grindini, sum gjørdi landgongd á Leynasandi í gjár, ella tilsamans 1.887 skinn.

Grindin verður býtt í drápspartar. Heimapartar verða latnir fólki í Norðurstreymoy, Vága sýslu, á vestursíðuni í Suðurstreymoy og til Hest og Koltur.

Tað var stutt fyri klokkan fimm seinnapartin í gjár, at grindin gjørdi landgongd á Leynasandi.

Drápið tók umleið 15 minuttir.

Hvalirnir vóru fluttir til Kvívíkar og Vestmanna, har teir eru merktir.

Í útvarpstíðindunum klokkan níggju fer Kristian Martin Joensen, sýslumaður, at siga, nær seðlarnir koma út. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115