Seðlarnir koma út á middegi

Seðlarnir koma út á middegi
Drápsparturin verður hálvtannað skinn og heimaparturin 0,1 skinn upp á fólkið í húsarhaldinum
246 hvalir vóru merktir í grindini, sum legði beinini í Leynum í gjár.
 
13.06.2025 - 09:31

Seðlarnir í grindini, sum legði beinini í Leynum seinnapartin í gjár, koma út á middegi, bæði í Kvívík og Vestmanna, har hvalirnir eru merktir.

246 hvalir eru merktir ella tilsamans 1.887 skinn.

Drápsparturin verður hálvtannað skinn, og heimaparturin verður 0,1 skinn upp á fólkið í húsarhaldinum.   

Heimapartar verða latnir fólki í Norðurstreymoy, Vága sýslu, á vestursíðuni í Suðurstreymoy og til Hest og Koltur.

Kristian Martin Joensen, sýslumaður, sigur, at kommunurnar, sum hoyra til økið, fáa boð um at koma eftir sínum heimaparti, og tær kunna so á síni heimasíðu, hvar borgarar kunnu heinta grindina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810