Tað er hugnaligt at hittast um eitt slíkt ítriv

Tað er hugnaligt at hittast um eitt slíkt ítriv
Tað halda fleiri av teimum, ið hvønn mikudag hittast um spælið Warhammer. Tað er felagið Hermótið, ið skipar fyri.
Hvønn mikudag hittast ung og eldri fyri eitt nú at mála figurar til Warhamer
Mynd: Birita Matras Petersen  
 
16.06.2025 - 12:39

Hvørt mikukvøld hittast ung og eldri á Heygavegi 42 í Klaksví fyri at vera saman um teirra áhugamál; spælið Warhammer.

Tað er áhugafelagið Hermótið, ið skipar fyri, og kjarnin í felagnum er spælið Warhammer 40.000, og at mála figurar til spælið. Onnur borðspøl eru eisini vælkomin.

Warhammer 40.000 er eitt krígs- og strategi borðspæl frá 1987, ið gongur fyri seg í framtíðini. Ein spælir við smáum figurum úr plasti ella metalli, og "universið" og regglurnar verða lýstar í sonevndum "codex". Tað eru eisini bøkur, ljóðbøkur og teknirøðir um universið - so Warhammer 40k er nógv meira enn bara eitt borðspæl.

Birita Matras Petersen á gátt hjá Hermótinum eitt mikukvøldi, tá tey málaðu Warhammer-figurar og spældu. 

1748999

Myndir: Birita Matras Petersen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221