ES: Iran má ongantíð fáa kjarnorkuvápn

ES: Iran má ongantíð fáa kjarnorkuvápn
Uttanríkisráðharrarnir í ES hava havt fund um støðuna í Miðeystri
Kaja Kallas er uttanríkisstjóri í ES.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.06.2025 - 13:17

- Iran má ongantíð fáa møguleikan at menna kjarnorkuvápn, og støðan í Miðeystri má linkast.

Tað sigur Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES.

Í dag  hevði hon fund á netinum við uttanríkisráðharrarnar í ES um støðuna í Miðeystri, nú Ísrael og Iran leypa á hvørt annað.

Á tíðindafundinum eftir fundin segði Kallas, at uttanríkisráðharrarnir eru samdir um, at kríggið má ikki sleppa at herðast. 

- Vit eru samd um, at Iran ongantíð skal fáa kjarnorkuvápn, segði Kallas.

ES krevur eisini vápnahvíld í Gasa, og Kallas sigur, at ES endurskoðar samstarvsavtaluna við Ísrael.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479