HB fær vitjan av donskum stórfelagi

HB fær vitjan av donskum stórfelagi
Lutakast hevur verið til 2. undanumfar í UEFA Conference League kappingini. HB fær vitjan av stórfelagi, meðan KÍ, NSÍ og fýra føroyingafeløg nú kenna sína mótstøðu
Viljormur Davidsen, liðskipari hjá HB
 
18.06.2025 - 14:36

Lutakast til UEFA Conference League hevur verið í Nyon í Sveis. Í dag var tað lutakast til 2. undanumfar, har HB fekk danska stórfelagið Brøndby IF úr pottinum. Ítróttarliga er talan um møtumikla uppgávu og hetta var ikki lættasta lutakastið, men hinvegin er talan um eina avbera spennandi avbjóðing.

 

KÍ skal í 1. undanumfarinum møta finska SJK Seinäjoki við Samueli J. Chukwudi á liðnum. Nú er greitt, at KÍ skal møta serbiska FK Radnički 1923, um oddaliðið í føroyskum fótbólti vinnur uppgerðina móti SJK. NSÍ skal somuleiðis til Finnlands í 1. undanumfarinum, har mótstøðan verður finska stórfelagið HJK Helsinki. Vinnarin av uppgerðini skal møta bulgariska PFC Arda Kardzhali 1924

 

Av øðrum kann nevnast, at AIK Stockholm við Mikkjali K. Thomassen sum venjara, skal møta vinnaranum av FCB Magpies úr Gibraltar og Paide Linnameeskond úr Estlandi. Jóan Símun Edmundsson og KA Akureyri møta danska Silkeborg IF somuleiðis í 2. undanumfarinum

 

Gunnar Vatnhamar og íslendska Víkingur Reykjavík møta FC Malisheva úr Kosovo í 1. undanumfarinum. Við einum samlaðum sigri møta teir vinnaranum av albanska KF Vllaznia og lettiska BFC Daugavpils. Eisini Hanus Sørensen og slovenska NK Celje eru við í Conference League. Teir møta Sabah FC úr Aserbadjan í 1. undanumfari, og vinnarin møtir vinnaranum av maltesiska Birkirkara FC og moldoviska FC Petrocub.

 

Her er eitt yvirlit yvir evropska summarinum hjá føroysku feløgunum og føroyingunum í Evropa:

 

Víkingur:

Champions League 1. undanumfar:

Víkingur – Lincoln Red Imps FC (Gibraltar)

Dystardagur: 8. juli (heima) – 15. juli (úti)

 

Um Víkingur vinnur á Lincoln Red Imps FC

Champions League 2. undanumfar:

Víkingur – Reyða Stjørna (Serbia)

Dystardagar: 22./23. juli – 29./30 juli

 

Um Víkingur tapur móti Lincoln Red Imps FC

Conference League 2. undanumfar:

Víðari uttan at spæla (Hetta var avgjørt við lutakasti)

Conference League 3. undanumfar:

Mótstøða ókend

Dystardagar: 7. august – 14. august

 

KÍ:

Conference League 1. undanumfar:

KÍ - SJK Seinäjoki (Finnland)

Dystardagar: 10. juli – 17. juli

 

Um KÍ vinnur á SJK

Conference League 2. undanumfar:

FK Radnički 1923 (Serbia) – KÍ

Dystardagar: 24. juli og 31. juli

 

NSÍ:

Conference League 1. undanumfar:

NSÍ – HJK Helsinki (Finnland)

Dystardagar: 10. juli – 17. juli

 

Um NSÍ vinnur á HJK

Conference League 2. undanumfar:

PFC Arda Kardzhali 1924 (Bulgaria) - NSÍ

Dystardagar: 24. juli og 31. juli

 

HB:

Conference League 2*. undanumfar

HB – Brøndby IF (Danmark)

Dystardagar: 24. juli og 31. juli

*Sum steypavinnari leypir HB 1. undanumfarið um

 

Føroyingar í Evropa:

 

Gunnar Vatnhamar (Víkingur Reykjavík)

Conference League 1. undanumfar:

FC Malisheva (Kosovo) – Víkingur Reykjavík (Ísland)

Dystardagar: 10. juli – 17. juli

 

Um Víkingur Reykjavík vinnur

Conference League 2. undanumfar:

KF Vllaznia (Albania) ella BFC Daugavpils (Lettland) – Víkingur Reykjavík (Ísland)

Dystardagar: 24. juli og 31. juli

 

Hanus Sørensen (NK Celje)

Conference League 1. undanumfar:

Sabah FC (Aserbadjan) – NK Celje (Slovenia)

Dystardagar: 10. juli – 17. juli

 

Um NK Celje vinnur

Conference League 2. undanumfar:

Birkirkara FC (Malta) ella FC Petrocub (Moldova) – Víkingur Reykjavík (Ísland)

Dystardagar: 24. juli og 31. juli

 

Mikkjal K. Thomassen (Venjari hjá AIK Stockholm)

Conference League 2. undanumfar:

AIK Stockholm (Svøríki) - FCB Magpies (Gibraltar) ella Paide Linnameeskond (Estland)

Dystardagar: 24. juli og 31. juli

 

Jóan Símun Edmundsson (KA Akureyri)

Conference League 2. undanumfar:

Silkeborg IF (Danmark) – KA Akureyri (Ísland)

Dystardagar: 24. juli og 31. juli

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Gudstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV