Bústaðarbyrðan er tvífaldað upp á 10 ár

Bústaðarbyrðan er tvífaldað upp á 10 ár
Eitt húski, sum keypir bústað í dag, brúkar tvífalt so nógv av síni inntøku uppá at hava tak yvir høvdið enn fyri 10 árum síðani
 
08.07.2025 - 11:44

Tað er blivið alsamt meira kostnaðarmikið at búgva í Føroyum, hóast rentan sum heild er lækkað nakað síðani 2024. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Hann vísir á, at sambært Betri banka, er bústaðarbyrðan seinastu 10 árini hækkað úr umleið 15% upp í 30%. Í Havn er hon farin úr 25% upp í 44%. Tað vil siga, at eitt vanligt par í høvuðsstaðnum brúkar næstan helmingin av inntøkuni eftir skatt til bústaðarlán. 

Brúkaraprístalið, sum vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum, er hækkað 20% seinastu 5 árini sambært Hagstovu Føroya. Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. 
Harímillum eru matur og drekka, klædnavørur, býli, húsbúnaður, frítíð og mentan og ymsar vørur og tænastur. Sambært Súna Selfoss er tað serliga á bústaðarøkinum, at prísirnir eru hækkaðir nógv.

Hoyr samrøðuna við Súna Selfoss, formann í Statvsfelagnum, niðriundir: 

 

1752586


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558