Elisabeth tók oyggjaleikametið aftur

bannari
Elisabeth tók oyggjaleikametið aftur
Føroysku svimjararnir fingu seks heiðursmerki í dag. Eitt av teimum var gullheiðursmerkið, sum Elisabeth Erlendsdóttir svam heim í 100 metur rygg
Elisabeth Erlendssdóttir
Mynd: Tróndur Arge  
 
15.07.2025 - 22:12

Føroyar hava í dag vunnið seks heiðursmerki í svimjing. Tvey av teimum vóru gull og í báðum førum var Elisabeth Erlendsdóttir við. Tað fyrra vann hon sjálv í 100 metur rygg, har hon setti nýtt oyggjaleikamet, meðan tað seinna var í 4x50 metur blandað.

Sermerkt við oyggjaleikametinum á 100 metur rygg var, at Tatiana Tostevin av Guernsey tók oyggjaleikametið frá júst Elisabeth Erlendsdóttir í innleiðandi svimjingini í dag við tíðini 1:00.58. Í kvøld tók Elisabeth Erlendsdóttir metið aftur við tíðini 1:00.26. Tað er somuleiðis føroyskt met og nokk til eitt gullheiðursmerki.

 

 

Elisabeth Erlendsdóttir legði eisini fyri, tá kvinnurnar settu nýtt landsliðsmet og vunnu gull í 4x50 metur blandað. Hinar vóru Lea Osberg Højsted, Bjarta Nolsøe í Lágabø, og Alisa Vestergaard.

Føroysku mennirnir vunnu silvurheiðursmerki og settu landsliðsmet í 4x50 metrar frí. Tíðin hjá føroysku monnunum var 1:32.65. Landsliðsmetið var 1:33.24. Teir, sum svumu, vóru Isak Brisenfeldt, Bartal E. Eidesgaard, Líggjas Joensen og Heini Mohr Askham.

Bartal E. Eidesgaard vann silvur, og setti aftur føroyskt met í 50 metrar bringu. Tíðin hjá Bartali var 27.83. Isak Brisenfeldt vann silvur í 100 metur firvald við tíðini 54.72. Líggjas Joensen vann bronsu í 200 metur frí við tíðini 1:49.71.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666

Meira um sama evni