Gongur væl at halda skøruni niðri

Gongur væl at halda skøruni niðri
Bæði á Viðareiði, í Hvannasundi og í Norðdepli gongur væl at halda óbodna gestinum niðri
Hóast hon kanska ikki sær so vandamikil út fyri tað óvanda eygað, so er hon óboðin gestur, skøran
 
16.07.2025 - 23:00

Borgarstjórin í Viðareiðis kommunu heldur góð útlit vera fyri at halda garðaskøruni niðri.

Tað segði hon í tíðindasendingini á nátturða í kvøld.

Skøran hevur leingi verið ein plága í pørtum av landinum, men á Viðareiði, í Hvannasundi og í Norðdepli gongur væl at halda skøruni niðri. Tað segði millum annað Marita Sumberg, sum er borgarstjóri í Viðareiðis kommunu.

 Á Viðareiði hava tey í eina tíð verið í hernað móti skøruni, og tí er kommunan har komin væl áleiðis í so máta, sigur borgarstjórin á Viðareiði.

Eisini í Hvannasundi og í Norðdepli er støðan við garðaskøruni góð, tí har hevur kommunan skipað fyri átøkum, sigur Karl Vilhelm Hansen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.

Hann sigur tó, at tað hevur verið ein avbjóðing, men at tey hava gjørt nokkso nógv við tað, og tí sær ikki so galið út nú.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1754074

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107