- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóan Jakku Guttesen farin úr tíðini

Ofta verður tikið til, at "Elvis has left the building", tá mæt fólk doyggja.
Í dag mugu vit føroyingar, við tungum hjarta, ásanna, at Jóan Jakku Guttesen hevur dansað sín síðsta dans eftir stutta sjúkralegu, 76 ára gamal.
Jakkin er hongdur í skápið og kemur ikki útaftur.
Harvið er ein av stovnarunum av legendariska sørvágsbólkinum Tinganest, og ein av upphavsmonnunum til Vágasound, ikki okkara millum longur.
Hoyr minningarorðini frá útvarpstíðindunum:
Spældi á Countryfestivalinum
Tað er ikki meir enn ein mánaður síðani, at Jóan Jakku Guttensen og hinir í Tinganest spældu eina rimmar konsert á ársins Countryfestivali í heimbygdini í Sørvági, og vóru stórliga fagnaðir.
Og eftir ætlan skuldu teir eisini spæla á Summarfestivalinum í august.
Men nú er bassurin tagnaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Millum teir størstu
Jóan Jakku Guttesen hevur myndað føroyska tónleikin í ein mansaldur, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann telist millum størstu tónlistafólkini, ið landið hevur fostrað.
Sangir sum "Upp á tá", "Vágagellan", "Annan sang", Síðsti dansur" og nógvir aðrir eru allir vorðnir fólkaogn.
Í stíli er tónleikurin okkurt slag av fólkapoppi, men ljómurin er serstakur. Vágasound, hevur tað verið kallað.
Ljóðmyndin kann tykjast berlig, men undir øllum bylgist stórt nærlagni, stílmedvit og veingjað poetiskt flog.
Ungdómsuppreisturin var íblásturin
Í Kringvarps-dokumentarinum "Skeivur sum hani" frá 2023, um Jóan Jakku Guttesen, greiddi Jóan Jakku millum annað frá, at stóri íblásturin til tónleikin kom frá The Beatles og ungdómsuppreistrinum í sekstiárunum.
Gjøgnumsúrgaður orginalur
Í sínum sangum fortaldi Jóan Jakku Guttesen søgur, sum vit føroyingar kenna okkum aftur í.
Gerandislívið verður lýst við svalandi broddi. Vanligi føroyingurin er í miðdeplinum. Antihetjan sæst eisini.
Har er innliving og heitur samhugi, gamaní hellir myndin eitt sindur á skák, uttan at gerast til speirekandi táttayrking.
Jóan Jakku hevði ikki tørv á fínum orðum og akkordum, fyri at siga nógv við einum sangi.
Men hóast tað vóru bæði Jóan Jakku og tónleikurin hjá honum nakað so sjáldsamt sum gjøgnumsúrgaður orginalur.
Fólkaogn
Í grundini gjørdist alt, ið Jóan Jakku rørdi við tónlistarliga, fólkaogn.
Hóast Tinganest var borgin hjá Jóan Jakku, so herjaði hann á so mongum øðrum mótum við Sørvings, Hips um haps, Jakkanum, Váðaverki - saman við Sámali Ravnsfjall - og Stongum/Guttesen - saman við Magnusi á Stongum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Jóan Jakku Guttesen hevur tvær ferðir verið gestur í sendingini LEITISSTEIN hjá yvirritaða.
Einaferð við Vágaverki saman við Sámali Ravnsfjall, og einaferð við Tinganesti saman við Magnusi á Stongum.
Leinki til sendingarnar eru eisini niðan fyri myndina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
HOYR: LEITISSTEIN 09.04.2024 (Stongum & Guttesen)
HOYR EISINI: LEITISSTEIN 17.01.2023 (Vágaverk/Váðaverk)
Lítillátin
Sjálvur var Jóan Jakku Guttesen ein sera lítillátin, og gjørdi lítið hóvasták burtur úr sær sjálum.
Tað gekk sjón fyri søgn í 2023, tá Jóan Jakku Guttesen varð heiðraður av føroyska tónleikaumhvørvinum við ársins tónleikaheiðri í sambandi við, at FMA-heiðurslønirnar vóru handaðar í Norðurlandahúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Hóast jakkin nú er hongdur í skápið, og bassurin er tagnaður, so livir tónleikurin víðari.
Takk fyri tónleikin, Jóan Jakku, og takk fyri teg.
































