Gjørt yvir 70.000 spurningar

Gjørt yvir 70.000 spurningar
Um vikuskiftið hevði Kristian Joensen Pub quiz nummar 700 í Roykstovuni
 
22.07.2025 - 11:00

Hvørt fríggjakvøld fer Kristian Joensen heim í Roykstovuna at skipa fyri spurnarkappingini Pub Quiz í Roykstovuni. Hetta er sera vælumtókt og um vikuskiftið kundi hann hátíðarhalda, at hann hevði lagt til rættis Pub quiz heili 700 ferðir. 

- Hetta er blívið ein lívsstýlur og gleðin liggur í, at síggja fólk koma hugagóð og glað, og hugna sær til eina spurnarkapping, sigur Kristian Joensen.

 

Altíð havt áhuga fyri spurnarkappingum

Kristian hevur altíð havt áhugað fyri spurnarkappingum og hevur altíð verið íðin luttakari í spurnarkappingum, um tær hava verið í heimbygdini, ella í útvarpi og sjónvarpi. 

 

Pub quiz var í Havn

- Einaferð ringdi Karl Marius Poulsen, sum tá hevði dansistaðið Barok, og spurdi um eg kundi skipa fyri Pub quiz. Tað var man byrjaður upp á í Havn, so tað mátti man eisini hava í Klaksvík. Eg játtaði og tað gekk ordliga væl, sigur Kristian Joensen. 

 

Skrivað yvir 70.000 spurningar

Í øll hesi árini hann hevur lagt til rættis Pub quiz, hevur hann skrivað eini 70-80.000 spurningar. 

- Eg havi sjáldan brúkt teir somu umaftur, men onkuntíð slepst tað ikki undan, sigur Kristian, sum brúkar tað mesta av vikuni at skriva spurningar og hann ætlar ikki at gevast.

- So leingi sum fólk tíma at koma, tími eg, sigur Kristian Joensen, Pub quiz meistari.

 

1754490

Lurta eftir samrøðuni við Kristian Joensen í Summarmorgni
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776