243 neyt góvu 77 tons av kjøti

243 neyt góvu 77 tons av kjøti
Nøgdin av neytakjøti er minkað seinnu árini
Í 1998 vóru dripin 470 neyt, og tá vóru 114 tons av neytakjøti. Seinnu árini hevur verið afturgongd. (Savnsmynd)
 
05.08.2025 - 10:15

Í fjør vóru 243 neyt dripin í Føroyum. Tey góvu 77,2 tons av neytakjøti.

Tað er ikki nógv samanborið við onnur ár.

Í 1998 til dømis vóru dripin 470 neyt, skrivar Hagstovan. Tá vóru 114 tons av neytakjøti.

Tølini vóru minni í 2024 enn í 2023 og 2022.

Í 2023 vóru 273 neyt dripin. 84 tons av neytakjøti vóru.

Í 2022 vóru neytini 334 og tonsini 103.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210