Meiri í mvg og skatti í ár

Meiri í mvg og skatti í ár
Meirvirðisgjøld, tollur og punktgjøld hava givið 143 millónir meira í ár, og skattainntøkurnar eru 218 milliónir størri
Bæði skattainntøkur og inntøkur frá meirvirðisgjaldi og tolli eru vaksnar í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.08.2025 - 08:22

143 milliónir krónur meira eru komnar inn í mvg, tolli og punktgjøldum fyrstu seks mánaðirnar enn somu tíð í fjør

Tað vísa tøl hjá Taks.

Í ár eru eina milliard og 405 milliónir krónur komnar inn í mvg, tolli og punktgjøldum samanborið við eina milliard og 262 milliónir krónur somu tíð í fjør.

Størstu munirnir í inntøkuni hjá landskassanum á hesum øki vóru í mai og juni, tí inntøkurnar eru væl størroí ár enn tær vóru í fjør. Tað er kanska ikki so løgið, tí tað var júst í mai og juni í fjør, at verkfall var.
 

Skattainntøkurnar eisini hækkaðar

Hyggja vit so at skattainntøkunum, so eru eisini tær væl størri fyrstu sjey mánaðirnar í ár, enn tær vóru somu tíð í fjør.

Munurin er 218 milliónir krónur, sum eru komnar fleiri inn í ár enn í fjør.

Í ár eru inntøkurnar av landsskatti, kommunuskatti, kirkjuskatti og eftirlønarskatti tríggjar milliardir og 249 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør vóru samlaðu skattainntøkurnar tríggjar milliardir og 31 milliónir krónur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717