Melkart 2 aftur á veg vestureftir

Melkart 2 aftur á veg vestureftir
Russiski trolarin Melkart 2 er nú á veg á fiskileið eystan fyri Føroyar
Melkart 2.
 
11.08.2025 - 08:34

Russiski trolarin Melkart 2 er nú á veg á fiskileið eystan fyri Føroyar.

Hann fór úr Marmansk seinnapartin leygardagin.

Og sambært Vesselfinder verður hann á fiskileið í morgin ári.

Melkart 2 kom til Murmansk 29. juli.

Hann hevði tá fiskað í fýra dagar í føroyskum sjógvi.

Trolarin boðaði Vørn frá, at hann hevði 89 tons, 84 tons av makreli og fimm tons av sild, tá hann fór av fiskileið.

Vørn hevur ikki fingið nakra fráboðan um, at Melkart 2 ætlar í føroyskan sjógv.

Øll russisku skipini á okkara leiðum eru í altjóða sjógvi uttan fyri føroyska markið, har norðuri millum Ísland og Noreg.

Fyri tveimum døgum síðani var Ostankino, sum eins og Melkart 2 er trolari hjá Murman Seafood, eisini staddur har.

Russisku skipini fiska makrel.

Reiðaríið Murman Seafood er á svartalista hjá ES og Noregi.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129