500 næmingar og lærlingar byrjaðir á Glasi í ár

500 næmingar og lærlingar byrjaðir á Glasi í ár
314 næmingar eru byrjaðir á breyt á gymnasialum miðnámi, og 198 næmingar og lærlingar eru byrjaðir á yrkisnámi
198 næmingar og lærlingar eru byrjaðir á yrkisnámi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.08.2025 - 15:34

Í dag var fyrsti skúladagur hjá nýggjum næmingum og lærlingum á Glasi.

314 næmingar eru byrjaðir á einari av breytunum á gymnasialum miðnámi, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt.

198 næmingar og lærlingar byrja á einari av breytunum á yrkisnámi.

 

 

Í dag var fyrsti skúladagur á Glasi. (Mynd: Glasir)

 

Tær eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, klædnabreyt, FHS og lærlingar innan skrivstovu og handil.

Fimm næmingar byrja eisini á serbreytini á Glasi í ár.

Á hægri námi byrjar eitt lið við fíggjarbúskapi seinni í august, umframt á parttíðarútbúgvingum, sum hægri nám á Glasi eisini hevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688