Føroyskur fótbóltur tapti í Evropa

Føroyskur fótbóltur tapti í Evropa
KÍ og Víkingur taptu samanlagt og eru úti av Evropa. Tað eru Gunnar Vatnhamar og Mikkjal K. Thomassen eisini, meðan Jónnes Bjartalíð fær ein kjans afturat
 
15.08.2025 - 12:20

Dagurin í gjár má verða ein tann myrkasti í føroyskari fótbóltssøgu í evropskum samanhangi. Bæði KÍ og Víkingur høvdu leiðslur við sær, men taptu samanlagt. Hartil taptu Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík, og AIK við venjarnum Mikkjal K. Thomassen, samanlagt, eftir sigrar í fyrru uppgerðini. Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad vóru aftanfyri og tað stóð við, men har er ein gularót. Fredrikstad skal nú spæla móti Crystal Palace í UEFA Conference League.

 

KÍ hevði ein 2-0 leiðslu við til returdystin móti Neman Grodno úr Hvítarusslandi. Fyrri dysturin gav ikki ábendingar um, at Neman Grodno var sterkari enn KÍ, men í nógvum hita í Ungarn tapti KÍ 2-0 í vanligari leiktíð. Í brotssparkskappingin var Patrik Johannesen tann einasti, sum ikki fekk umsett til mál og Nema Grodno er víðari.

 

Víkingur var eisini á odda undan returdystinum móti Linfield, men her vísti norðurírska mótstøðan á Tórsvølli, at tað fór at verða ein trupul uppgáva. Linfield vann 2-0 á Windsor Park og vann samanlagt 3-2. Víkingur hevði onkrar royndir á málið, men tað bleiv ongantíð til mál. Hetta var seinasti evropiski dysturin hjá Atla Gregersen, sum gevst 31. august, og seinasti dysturin hjá Pouli Kallsberg, sum skiftir til danska Hillerød.

 

Gunnar Vatnhmar var ikki á vølliunum, tá Víkingur Reykjavík tapti 4-0 á Brøndby leikvøllinum. Sermerkt er, at Víkingur Reykjavík vann heili 3-0 í fyrra dystinum. Eisini Mikkjal K. Thomassen og AIK vóru á odda eftir fyrra dystin móti ungarska Gyori, men taptu samanlagt 3-2.

 

Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad taptu fyri FC Midtjyllandi, men klaksvíkingurin sleppur nú at spæla móti Premier League felagnum Crystal Palace í eini uppgerð, um at koma í Conference league deildarspælið.

 

 

UEFA Conference League – 3. undanumfar:

14. august 2025

19:00: Linfield FC (1) - (2) Víkingur 2-0

Linfield vinnur samanlagt 3-2

19:45: Neman Grodno (0) - (2) KÍ 2-2 (5-4 eftir brotssparkskapping)

Neman Grodno vinnur 5-4 eftir brotssparkskapping

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961