Nógv ivamál um bygningin á Eirargarði

Nógv ivamál um bygningin á Eirargarði
Landsstýrið ætlar at lata Húsalánsgrunninum bygningin til at gera lestrarbýli, men í hoyringarskrivum verða nógvir spurningar reistir
Ætlanin er at byggja 43 til 55 lestrarbýli í hesum bygninginum á Eirargarði í Havn.
 
15.08.2025 - 08:20

Tað verður ikki bara sum at siga tað at lata Húsalánsgrunninum Eirargarð 2 til lestraríbúðir.

Umhvørvisstovan heldur tað ikki vera ráðiligt at seta verandi tinglýsingar- og matrikkullóggávu úr gildi serliga fyri ein bygning.

Landssjúkrahúsið vil hava, at sjúkraflutningstænastan sleppur at vera verandi í niðastu hæddini í Eirargarði 2.

Og brúk verður fyri nógv fleiri parkeringsplássum, skulu 43 til 55 lestrarbýli gerast í Eirargarði.

Húsalánsgrunnurin spyr, um Bústaðir skulu gjalda, um broytingar ella betringar skulu gerast í niðastu hæddini.

Og um Landssjúkrahúsið skal rinda Húsalánsgrunninum leigu, tá Húsalánsgrunnurin fær ræðið á Eiragarði 2.

 

Frávik frá matrikullógini

Landsverk sigur í sínum hoyringarsvari, at sum uppskotið er orðað, er talan um beinleiðis frávik frá matrikullógini. 

Hetta hevur við sær møguligan iva, um sundurbýting ber til og, um til ber at lýsa veð í bygninginum. 

Landsverk ivast eisini í, um ræði er rætta orðið at brúka.

Landsverk vísir á onnur ivamál í lógaruppskotinum.

Landsverk og Tórshavnar kommunu hava fund hósdagin í næstu viku um lestrarbústaðir í kampusøkinum og í Eirarsgarði 2 við atliti at byggisamtyktini, sum neyðugt er at broyta, fyri at fremja hesa verkætlan og aðrar, sigur Landsverk. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091