Gamalt hegn og pelar ruddað burtur í Skúvoy

Gamalt hegn og pelar ruddað burtur í Skúvoy
Bóndin í oynni og felagsskapurin Rudda Føroyar fegnast um ruddingardagin í Skúvoy í gjár, har 26 fólk vóru við.
Tey ruddaðu í Skúvoy í gjár. Mynd: Elin Lindenskov, Rudda Føroya
 
17.08.2025 - 12:33

- Hetta hevði tikið mær fleiri mánaðir at rudda burtur, skuldi eg gjørt tað einsamallur. Tað sigur borgarstjórin og bóndin í Skúvoy, Jóannes í Hoygarðinum, sum í gjár fekk góða hjálp frá felagsskapinum Rudda Føroyar.

Uppgávan var at rudda burtur gamalt hegn og pelar, sum ikki verða brúkt meira og tí bara liggja sum órudd í náttúruni.

Ruddingardagurin í gjár varð skipaður í samstarvi millum Skúvoyar kommunu við borgarstjóranum á odda, Visit Sandoy, Atlantsflog og felagsskapin Rudda Føroyar.

Tað, ið savnað bleiv saman í sekkir og net, verður nú flutt av oynni við tyrluni hjá Atlantsflog. 

26 fólk ruddaðu í Skúvoy í gjár, og tey høvdu ein framúr góðan dag, sigur Elin Lindenskov, nevndarlimur í Rudda Føroyar. Hon væntar, at líknandi átak verður onkra aðrastaðni í Føroyum næsta ár.

Næst á skránni hjá felagsskapinum Rudda Føroyar er árligi, afturvendandi ruddingardagurin um alt landið, sum verður 20. september.

 

Rudda_Skuvoy_-_jbh_-_1400

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949