- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spennandi føroyskt og danskt samstarv til Føroya

"Spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av."
Soleiðis stóð millum annað í ummælunum av áhugaverdu plátuni "Kvæði", sum Teitur og danski indie-jazz-bólkurin Girls in Airports góvu út í november.
Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-endum hami.
Live í Føroyum
Higartil hevur sermerkta samstarvið bara spælt konsertir í Danmark, men í september gongur leiðin til Føroyar, tá tað fyrstu ferð verður høvi at hoyra Teitur og Girls in Airports í her á landi.
Tvær konsertir eru á skránni.
Tann fyrra í Auluni í Finsen í Havn, fríggjadagin 12. september klokkan 19.30.
Hin seinna í Listastovuni í Miðvági, leygardagin 13. september klokkan 19.30.
Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentar, Victor Dybbroe á slagverk og Oliver Laumann á trummur
Byrjaði í 2022
Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman.
Hetta menti seg skjótt til plátuna 'Kvæði'.
Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann upp á aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.
Gaffa.dk gav plátuni sera góð skoðbrá, "Kvæði" fekk 5 av seks stjørnum, og sagt verður millum annað um plátuna:
"... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinaða indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra. (...) Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum - eftir mínari meining - letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”
Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentar, Victor Dybbroe á slagverk og Oliver Laumann á trummur.
Bruce Lampcov ein fingur við í spælinum
Nevnivert er tað eisini, at Bruce Lampcov hevur ljóðblandað "Kvæði".
Til tey, sum ikki vita, hvør Bruce Lampcov er, so kann nevnast, at hann var upptøkutøkningur á eitt nú "Born In The USA" hjá Bruce Springsteen og "Brothers in Arms" hjá Dire Straits, og so hevur hann framleitt á plátum sum "Coming Up" og "Head Music" hjá Suede.
Teitur greiddi millum annað frá, hvussu samstarvið við Lampcov kom í lag, tá "Kvæði" og samstarvið millum Teitur og Girls in Airports bleiv við gjørt í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum 22. februar, tá Teitur var gestur.





























