Flyta nú úr Eirargarði 2

Flyta nú úr Eirargarði 2
Heilsustýrið er flutt á Óðinshædd, og Almanna- og mentamálaráðið skal yvirtaka leigumálið hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum og Tunnilsfelagnum á Bryggjubakka
Lestraríbúðir skulu vera í Eirargarði 2, og stjórnarráðini flyta úr bygninginum.
 
21.08.2025 - 08:39

 

 

Heilsustýrið er flutt í Óðinsbrú hjá LÍV á Óðinshædd.

 

Flytingin úr Eirargarði 2, sum skal gerast til næmingaíbúðir, er byrjað.

Í gjár flutti Heilsustýrið á Óðinshædd í Havn.

Heilsustýrið er í bygninginum, sum eitur Óðinsbrú. 

Har eru eisini millum annað Lív, Norðoya sparikassa og Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Heilsumálaráðið og Almanna- og Mentamálaráðið skulu eisini flyta úr Eirargarði 2.

Almanna- og Mentamálaraðið skal yvirtaka leigumálið hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum og Tunnilsfelagnum á Bryggjubakka, og Heilsumálaráðið fer hagar, sum Lív var.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098