Partabrævið í Bakkafrosti hækkar aftur

Partabrævið í Bakkafrosti hækkar aftur
Tað fór 5,21 prosent upp, ella 21,60 norskar krónur, á keypsskálanum í Oslo fríggjadagin
Bakkafrost á Glyvrum.
 
01.09.2025 - 08:07

Partabrævið í Bakkafrosti hækkaði ikki sørt í keypsskálanum í Oslo fríggjadagin.

Tað fór 5,21 prosent upp, ella 21,60 norskar krónur.

Tað lækkaði annars fyrr í vikuni, eftir at Bakkafrost kunngjørdi úrslitið í øðrum ársfjóðingi.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti var nógv verri í øðrum ársfjórðingi í ár enn í fjør.

Tað var 65 mió. kr. í ár fyri skatt, men 388 mió. kr. í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037