Skuldsettur fyri valsvik í Oyndarfirði

Skuldsettur fyri valsvik í Oyndarfirði
Politiið og ákæruvaldið viðgera framvegis málið
Ein persónur er skuldsettur fyri valsvik á kommunuvalinum í Oyndarfirði í fjør.
 
10.09.2025 - 14:59

Føroya Politi boðar frá,  at ein persónur nú er skuldsettur fyri valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði í samband við kommunuvalið í fjør.

Persónurin er skuldsettur fyri brot á grein 116, stk. 1 í revsilógini.

Tann greinin sigur, at 

"Tann, sum forðar ella roynir at forða fyri, at val verður hildið til Løgtingið, Fólkatingið, kommunustýri ella til kommunal ella onnur almenn ráð ella myndugleikar, ella sum reingir valúrslit, ella sum ger tað ómøguligt at gera úrslitið upp, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár."

Av tí at talan er um eitt revsimál, sum enn verður viðgjørt av politinum og ákæruvaldinum, eru í í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið, sigur Føroya Politi í tíðindaskrivinum.

Michael Boolsen, fúti, sigur tó, at sjálvt um ein persónur nú er skuldsettur, so merkir tað tó ikki, at viðkomandi skal í rættin. Tann avgerðin er ikki tikin enn og hon verður ikki tikin fyrr enn politiið og ákæruvaldið eru liðug at viðgera málið, sigur fútin, sum í løtuni ikki veit at siga nær tann viðgerin endar. 

Trýst á leinki og hoyr innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.00:

1763049

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531