Flottasti básur yvirhøvur

Flottasti básur yvirhøvur
Sjálvt um føroyingar ikki kappast í Euroskills hesa ferð, so er ein føroyskur básur við í Messecenter Herning, har ein rúgva av fólki er savnað í hesum døgum.
 
12.09.2025 - 10:15

Handverkarafeløg, handverksmeistarafelag, fakfeløg og útbúgvingarstovnar eru millum tey, ið standa aftanfyri føroyska básin til Euroskills, og um man skal trúgva fyrireikarunum, so er hesin básurin eitt vælaverk, tí meira enn einaferð hava tey í básinum fingið at vita, at hetta er flottasti básur í sentrinum.

Og tað er kanska tað, sum skal til, tá ein skal biðja lova sær at fáa limaskap, soleiðis at føroyingar eisini sleppa at kappast í Euroskills, sum er kapping fyri handverkslærlingar. Vit hava í Føroyum FM, men kunnu sagtans kappast við onnur, heldur Marius Thomassen, sum samskipar føroyska básin.

- Handverkslærlingar eru eitt stolt fólkaslag, og man vil fegin vísa, at man er dugnaligur til sítt yrki, sigur Marius, og leggur afturat, at tað er tí, at ein innsatsur nú verður gjørdur fyri at fáa limaskap í Worldskills, sigur Marius. 

Føroyar hava søkt um limaskap, men síðan tá eru reglurnar broyttar, so at bert sjálvstøðug lond, sum eru limir í Europaráðnum kunnu gerast limir. Men av tí at umsóknin hjá Føroyum kom inn áðrenn broytingina, vónar Marius, at tað fer at eydnast hóast alt.

Kongen
Ein av teimum, sum er við til at gera føroyska básin so serstakan, er Livar Nysted, sum allar dagarnar hevur málað ein stóran málning við einum tíggjumannafari, sum er allur bakveggurin í básinum. Fólk hava so sæð, hvussu málningurin hevur tikið skap, men hann hevur ikki málað alt einsamallur. Kongur hevur hjálpt honum.

- Vit fingu frænir av, at kongur var í høllini og hildu, at tað hevði verið stuttligt um hann kom til básin hjá okkum. Eg helt, at eg mátti gera eitt pláss á málninginum, so hann kundi signera hann, so eg málaði eitt navnaskelti á bátin, og vónaði at kongur kom framvið, so hann kundi signera, sigur Livar.

Og kongur kom og játtaði at skriva navnið á bátinum, sum nú eitur Kongen.

Hvat Livar og kongur annars tosaðu um, vildi hann ikki siga nakað um, men málningurin kemur heim aftur til Føroya, og hann kemur upp at hanga eitt enn loyniligt stað.

1763404

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735