Kommuna breyt kommunustýrislógina

Kommuna breyt kommunustýrislógina
Tað var brot á kommunustýrislógina og kommunustýrisskipanina, tá eitt starvsfólk hjá Fuglafjarðar kommunu keypti ein arbeiðsbil til Fuglafjarðar havn uttan tøka játtan 
Ein bilur til havnina endaði hjá Kommunala eftirlitinum.
 
15.09.2025 - 06:30

Tað var brot á kommunustýrislógina og kommunustýrisskipanina, tá eitt starvsfólk hjá Fuglafjarðar kommunu keypti ein arbeiðsbil til Fuglafjarðar havn uttan tøka játtan. 

Eftir keypið skundviðgjørdi býráðið keypið og játtaði pengarnar.

Tað var gjørt á býráðsfundi, sum var hildin fyri afturlatnum hurðum.

Kommunala eftirlitið hevur viðgjørt málið og gjørt niðurstøðu.

Hon er, at framferðin er brot á kommunustýrislógina og kommunustýrisskipanina og fundarskipanina hjá Fuglafjarðar kommunu.

Ein býráðslimur í Fuglafirði bað Kommunala eftirlitið viðgera málið.

Viðvíkjandi býráðsfundinum, sum var hildin fyri afturlatnum hurðum, heitir Kommunala eftirlitið á býráðið um at gera neyvari metingar um, hvørji mál kunnu viðgerast fyri afturlatnum hurðum.

Av tí at arbeiðsbilurin er keyptur, ger Kommunala eftirlitið ikki meira við tað málið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776