Meiri ferðsla í Sandoyartunlinum - ferðsluveðhaldið minkar

Meiri ferðsla í Sandoyartunlinum - ferðsluveðhaldið minkar
40 milliónir kr. vóru settar av til ferðsluveðhald í 2024, men við eykajáttanarlóg fór talið niður í 28,6 milliónir
Landið letur eisini ferðslustuðul til partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar. Játtanin í fjør var sjey milliónir krónur.
 
15.09.2025 - 09:04

Nú ferðslan í Sandoyartunlinum er nógv størri enn væntað, minkar veðhaldið hjá landinum.

Landið veðheldur fyri minstuferðslu í Eysturoyartunlinum og í Sandoyartunlinum.

Í fíggjarlógini fyri 2024 vóru 40 mió. kr.

Men við eykajáttanarlóg í september fór tað talið niður í 28,6 milliónir.

Í 2022 kostaði veðhaldið 54,1 milliónir og 47,2 milliónir í 2023. 

 

Stuðul til rakstur

Landið letur ferðslustuðul til partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar. Játtanin í fjør var sjey milliónir krónur.

Stuðulin er til raksturin av tunlunum fyri at fáa prísin niður hjá teimum, sum brúka tunlarnar ofta. 

Einki krav er um, at stuðulin skal endurspegla, hvussu nógv avsláttarskipanirnar kosta.

Ein annar stuðul er rakstrarstuðul, í mesta lagi 10 mió. kr.

Hetta eru pengar, sum vera latnir, tí sjóvegis flutningur millum Streymoynna og Sandoynna er ikki longur útreiðsla í fíggjarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980