Hvørki ja ella nei

Hvørki ja ella nei
Fólkaflokkurin vil hvørki siga ja ella nei, um hann tekur undir ætlanunum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, um at útluta fleiri dagar til bólk 5B
Árni Skaale, Fólkaflokkurin
 
19.07.2026 - 18:25

Árni Skaale úr Fólkaflokkinum er limur í Vinnunevndini hjá løgtinginum. Hann vil hvørki siga ja ella nei, um Fólkaflokkurin tekur undir við ætlanunum hjá Bárði á Steig Nielsen.

Landsstýrismaðurin hevur í tveimum umførum svarað grein 52 spurningum, har hann sigur, at hann í ár ætlar at útluta fleiri fiskidagar til bólk 5.

 

Andstøðan gongur í tveimum

Framsókn og Tjóðveldi taka ikki undir við hesi ætlanini.

Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, søgdu við Dag og viku fríggjakvøldið, at tey taka ikki undir við ætlanini.

Hinir báðir andstøðuflokkarnir, Sjálvstýri  og Miðflokkurin, taka undir við ætlanini hjá Bárði á Steig Nielsen.

 

Javnaðarflokkurin onga viðmerking

Ben Arabo úr Javnaðarflokkinum er formaður í Vinnunevndini. Við útvarpið sigur hann, at hann vil ikki úttala seg um málið nú.

 

1823132

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485