Stúrdi um trygdina - fekk onki svar

Stúrdi um trygdina - fekk onki svar
Eyðbjørn Thomsen, formaður í FC Suðuroy vendi sær 3. september til Strandferðsluna, tí hann stúrdi fyri trygdini hjá ítróttarfólkunum umborð á Galaxy. Ongin hevur svarað
Við opnum hekkuportri um Suðuroyarfjørð 1. september kl. 19.36
 
16.09.2025 - 20:08

Í dag bleiv tað staðfest, at Galaxy mánadagin tann 1. september sigldi um Suðuroyarfjørð við opnum hekkuportri. Nakað sum er ólógligt og vandamikið.

Eyðbjørn Thomsen, sum er formaður í ítróttarfelagnum FC Suðuroy, frætti tann 3. september okkurt um, at alt ikki var í lagi við trygdini á skipinum. Av tí, at felagið hvørja viku sendir nógv børn og ung um fjørðin við Galaxy, valdi hann at skriva til Strandferðsluna, fyri at fáa vissu fyri, at hann trygt kundi loyva ítróttarfólkunum við Galaxy. Men hann fekk ongantíð nakað svar. Tí er hann kløkkur, nú tað í dag er staðfest, at trygdin ikki var í lagi.

250916_DV_GALAXY_FCSUDUROY

 

Eyðbjørn Thomsen skrivaði soljóðandi teldupost til Strandferðsluna:

Góðan dagin

Tað er komið mær fyri oyrað, at portrið á Galaxy ikki er 100% tætt/lukkað undir sigling ímillum Tórshavn og Tvøroyri. Er hettar so? Vegna FC Suðuroy sendi eg hendan t-postin. Okur senda nógv fólk við Galaxy hvørt vikuskifti, og kunna ikki góðtaka, at einki verður gjørt við hettar, um so er.

Vh
Eyðbjørn Thomsen
Formaður

 

LES EISINI:

Galaxy sigldi við opnum hekkuportri

Galaxy sigldi ólógliga

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744