Galaxy sigldi ólógliga

Galaxy sigldi ólógliga
Mánakvøldið 1. september var hekkuportrið á Galaxy opið meðan skipið var út fyri Lítlu Dímun. Tað er bæði ólógligt og vandamikið
16.09.2025 - 19:37

Kringvarpið hevur eina mynd, sum er tikin á biladekkinum á Galaxy klokkan 19.36 hetta kvøldið, sum greitt vísir, at portrið er opið.

- Um eg hevði verið skipari, hevði eg ikki loyst skipið, um portrið ikki var væl aftur og skalkað. Tað hevði ikki verið trygt. 

Tað sigur Jón Helmnsdal, undirvísingarleiðari á navigatørdeildini á Vinnuháskúlanum.

Altjóða reglur siga, at ferjur ikki hava loyvi til at loysa og fara frá bryggju, fyrr enn portrið er afturlatið, skalkað og stongt. Hesar reglur verða nevndar SOLAS, og eru eisini galdandi í Føroyum.

- Krøvini eru ikki hildin, og tá er tað ikki trygt at sigla. 

Tað sigur Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur 

 

Kannað í dag
Skipaeftirlitið hevur í sambandi við áheitan frá Kringvarpinum kannað viðurskiftini umborð á Galaxy, tá skipið fór av Krambatanga klokkan 14 í dag. Tá var alt í lagi við hekkuportrinum.

Á middegi hendan 1. september, fekst hekkuportið ikki upp, og tí sluppu fólk ikki í land á Krambatanga. Og tað var hetta kvøldið, at skipið sigldi við opnum portri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302