Fyrsti dómur í Føroyum um tráfylging

Fyrsti dómur í Føroyum um tráfylging
Ein 59 ára gamal maður hevur fingið viðgerðardóm, tí hann er ikki mettur at vera egnaður at vera í fongsli
Maðurin tók ikki við dóminum, men bað um tíð at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við málinum. (Savnsmynd)
 
19.09.2025 - 12:20

Fyri fyrstu ferð er dómur sagdur í Føroyum um stalking, tráfylging.

Lógarásetingin kom í mai í ár.

Ein 59 ára gamal maður er dømdur fyri tráfylging.

Hann fekk viðgerðardóm uttan tíðaráseting, tí hann er ikki mettur at vera egnaður at vera í fongsli.

Maðurin var annars skuldsettur fyri sálarligan harðskap, men hann var ákærdur fyri tráfylging.

 

Eisini dømdur fyri hóttanir

Hann er eisini dømdur fyri sjey hóttanir eftir lívinum og fyri fýra ferðir at hava brotið tilhald.

Maðurin noktar seg sekan.

Hann tók ikki við dóminum, men bað um tíð at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við málinum. 

Maðurin var tikin fyrst í juli og hevur verið í varðhaldi síðani.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949