Gera gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv

Gera gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv
Sáttmáli er gjørdur viðå veitara, og 2,5 milliónir kr. er játtaðar til arbeiðið
Arbeiðið at gera gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv skal vera liðugt í november.
 
24.09.2025 - 09:28

Arbeiðið at gera gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv byrjar í viku 39, sum er vikan, vit eru í nú, og verður liðugt fyrst í november.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Arbeiðið bleiv boðið út í fjør vetur, men tilboðini, sum komu, vóru nógv størri enn játtanin. 

Ein tillagað verkætlan var tí boðin út í ár. 

Sáttmáli er nú gjørdur við veitara, sigur landsstýrismaðurin.

2,5 mió. kr, eru játtaðar til arbeiðið.

 

6.000 bilar um samdøgrið

6.000 bilar koyra við Gøtugjógv um samdøgrið. 

Fyrst var ætlanin at gera eina gongubrúgv undir verandi brúgv um Gøtugjógv, men komið var ikki á mál við tí arbeiðinum.

Tí var farið aftur til upprunaligu verkætlanina, sum er at gera gongubreytina betri og seta kantsteinar millum vegin og gongubreytina, sigur Jóhan Christiansen. 

Eitt berghol millum Gøtudal og Skálabotn verður fyrireikað.

Ein frágreiðing kemur um jarðfrøðiligu viðurskiftini í ár.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at biðja Landsverk um tilmæli um, hvør loysn er tann besta. 

Sí alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424