HB snýtti KÍ og vann steypagullið

HB snýtti KÍ og vann steypagullið
Rúna Jacobsen skeyt einasta málið í steypafinaluni ímóti KÍ, og tí fór HB avstað við gullinum eftir ein væl spældan dyst, har havnarliðið í stóran mun avmarkaði favorittarnar
Sunniva Willemoes og Rúna Jacobsen lyfta steypinum eftir uppibornar 1-0 sigur á KÍ í finaluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.09.2025 - 22:16

KÍ var greiður favorittur, men HB gjørdi allar spádómar til skammar við at vinna uppibornan steypasigur á Tórsvølli leygarkvøldið.

Á pappírinum var málið hjá Rúnu Jacobsen eftir hálvum tíma munurin, men allan dystin megnaði HB í stóran mun at avmarka sterku klaksvíkingarnar, sum høvdu ilt við at spæla seg til neyðugu málkjansirnar.

Elin Maria Isaksen segði eftir dystin, at deyðbóltarnir vóru á muni. HB skoraði upp á ein av sínum, og "vit vóru ísakaldar, tá vit vardu," segði 31 ára gamli verjuspælarin, sum taldist millum bestu spælararnar í vøllinum.

 


Fríða M. Jakobsen og hinar í HB-miðverjuni spældu ein frálíkan dyst, meðan Eyðvør Klakstein hvarv eitt sindur ímillum langu bóltarnar hjá KÍ. (mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

HB tók av

KÍ byrjaði betur undir ljósunum á Tórsvølli, men fyrsti hálvi tímin bjóðaði ikki upp á nógvar málmøguleikar. HB spældi seg so líðandi inn í dystin, og tá kjansurin so kom, vóru tær til reiðar. 

Horna kom innfyri úr vinstru síðu, fyrsta royndin ímóti málinum varð bjargað á mállinjuni, men við handaru stong var Rúna Jacobsen til reiðar og setti bóltin í netið úr stuttari frástøðu. 

Klaksvíkingar royndu at svara aftur, men teir gott 700 áskoðararnir sóu tær bláu stríðast við at koma afturum væl spælandi HB-verjuna, har Sunniva Willemoes stýrdi við tryggari hond. Tó so, onkrar royndir hevði KÍ.

Durita Hummeland skallaði eitt gott innlegg frá Sólju Ernstsdóttir ímóti málinum, men Gunnvá Lützen í HB-málinum bjargaði til horna, sum Tóra Mohr skallaði uppum. 

KÍ royndi seg mestsum allan dystin við diagonalum sendingum frá antin miðverjuni ella bakkunum. Durita Hummeland fekk tikið ein slíkan niður beint fyri steðgin, men ólukkutíð fyri KÍ lá bólturin til veikara høgra beinið, og skotið fór dygst framvið.

 


Sólja Ernstsdóttir rann eitt ótal av bóltum upp og royndi at hótta HB-verjuna, men tað eydnaðist ongantíð KÍ at spæla seg til heilt stóru kjansirnar. (mynd: Bjarni Árting Rubeksen) 

 

Cieślewicz vann á taktikkborðinum

Nógvu langu sendingarnar hjá KÍ hildu fram eftir steðgin, men HB hevði fyrireikað seg væl, og hevði tríggjar í miðverjuni, tá KÍ leyp á og viðhvørt tvær, tá bóturin var á reyðsvørtum fótum. 

Miðverjan og arbeiðssomu spælararnir frammanfyri fingu ígjøgnum allan dystin antin høvdið ella fótin á, og sum seinni hálvleikur leið, hóttu tær eisini við skjótum mótálopum.

KÍ, hinvegin, fekk ongantíð spælt seg til avgerandi møguleikan. Tá bólturin endiliga fall til Sólju Ernstsdóttir, sum sendi hann afturum HB-málverjan í málið, var rangstøða. Innskifta Malena Olsen royndi seg eisini við skotið úr 20 metrum eftir smáspæl á miðjuni, men góða skotið fór omanfyri.

 


Sunniva Willemoes vinnur kapprenning ímóti Mariu V. Johansen, og soleiðis var ikki bara í júst hesum nærdystinum. HB var sum heild omaná allar 90 minuttirnar. (mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í roynd og veru hevði HB bestu møguleikarnir í seinna hálvleiki. Ása Stórá Carlsen fekk tann størsta eftir gott gjøgnumbrot frá Teresu Jacobsen høgrumegin, men skotið úr handara økinum í brotsteiginum fór omanfyri, tá hon í minsta lagi átti at rakt málið.

Síðstu minuttirnir gingu seint hjá Lukaszi Cieślewicz og hinum á HB-beinkinum, men bæði venjarar og spælarar kundu stórglaðast, tá dómarin endiliga bríkslaði fyri seinastu ferð. HB fekk eitt sindur óvæntað eitt uppiborið steypagull, meðan KÍ má reisa seg skjótt í royndini at tryggjað sær FM-heitið. 

 

Tórsvøllur (steypafinalan, kvinnur)

KÍ - HB, 0-1 (0-1)

0-1 Rúna Jacobsen, 29 min. 

 


Fegin HB-hópur eftir steypasigurin á KÍ leygarkvøldið. Rúna Jacobsen skeyt einasta málið í finaluni, tá lítil hálvur tími var spældur. (mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066