Løgreglan: Eingin ítøkilig ætlan um handfaring av illgrunasamum dronum

Løgreglan: Eingin ítøkilig ætlan um handfaring av illgrunasamum dronum
Løgreglan fær fráboðanir um ólógligt dronuvirksemi, men hevur onga ítøkiliga ætlan um, hvussu illgrunasamt dronuvirksemi í Føroyum skal handfarast
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
30.09.2025 - 15:10

Dronur eru í hæddununum í hesum døgum.

Illgrunasom dronuflúgving ger um seg í grannalondunum.

Í Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Hollandi, Póllandi, Rumenia og aðrastaðni í Evropa hava dronur seinastu dagarnir gjørt seg inn á loftrúmið.

Men hvussu eru Føroyar fyrireikaðar upp á óynskt dronuvirksemi?

 

Eingin møguleiki at skjóta óynsktar dronur niður við Vága Floghavn

Ólógligt er at flúgva við dronu við flogvøllin í Vágunum, uttan so loyvi er fingið til vega frá danska samferðslumálaráðnum.

Tað er komið fyri, at dronur hava flogið ólógliga við flogvøllin, váttar Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Fyri kortum varð ein partur flogvøllurin stongdur, tí ein drona fleyg við Trælanípuna, sum verður flokkað sum ólógligt dronuøki uttan loyvi frá danska samferðslumálaráðnum.

Kortini er eingin skipan, sum varskógvar, er ein drona við flogvøllin. Sostatt má stjórin á Vága Floghavn líta á, at fólk boða frá, um ólóglig dronuflúgving er við økið.

Vága Floghavn hevur onga skipan, radaraskipan ella annað, sum sigur frá, so tað er ein spurningur um at hava eygu og oyru opin.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn

 

Heldur eingin møguleiki er at sleppa sær av við dronur, sum flúgva ólógliga við økið.

- At skjóta dronur niður, ella á annan hátt fáa dronur niður. Tað hava vit ikki heimild til, sigur hann.

Boð verða send eftir løgregluni, er ólógligt dronuvirksemi við flogvøllin.

250930_NET_DRONU_SYNC_1_OK

 

Løgreglan fær javnan fráboðanir um dronur

Løgreglan hevur eingi hagtøl fyri fráboðanir um dronuvirksemi við flogvøllin í Vágum og í restini av landinum, men javnan fáa vit fráboðanir um dronur við flogvøllin, sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur.

Løgreglan fær við jøvnum millumbili fráboðanir um ólógliga dronuflúgving.

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur

 

Flogvøllurin er mitt í einum øki við nógvum ferðafólkum - bæði á ferð, men eisini í øðrum ørindum í náttúruni. Og í summar hava vit eisini fingið fráboðanir um dronuflúgving, sigur hann.

Men heldur ikki løgreglan hevur møguleika at skjóta dronurnar niður.

250930_NET_DRONU_SYNC_2_OK

 

Bót einasta revsingin

Í fyrsta lagi skal løgreglan finna fram til, hvar dronan hevur flogið, og er dronan í ólógligum øki, fær dronuførarin eina bót, greiðir Steen Nørskov frá.

 

Eingin ítøkilig ætlan um handfaring av illgrunasamum dronum

Mannagongdin hjá løgregluni í Føroyum er júst tann sama, tá tað er illgrunasamt dronuvirksemi.

250930_NET_DRONU_SYNC_4

 

- Er talan illgrunasama dronu, royna vit á sama hátt at eyðmerkja dronuslagið, hvar dronan kemur frá, umframt at finna fram til dronuføraran, tá tað letur seg gera, sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur.

 

Reglur fyri dronuflúgving í Føroyum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201