Fyrsta Brekumboðið er sett

Fyrsta Brekumboðið er sett
Eilif Magnusson Arge tekur við starvinum 1. oktober
Eilif Magnusson Arge tekur við starvinum sum Brekumboð 1. oktober.
 
29.09.2025 - 15:08

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur sett Eilif Magnusson Arge í starvið sum Brekumboð.

Hann er 34 ára gamal, og hevur kandidatútbúgving í fólkaheilsu og bachelor í sálarfrøði.

Eilif Magnusson Arge hevur fleiri ára starvsroyndir í donsku miðfyrisitingini, har hann hevur starvast sum fulltrúi í Ankestyrelsen og ráðgevi í almanna- og bústaðarmálaráðnum.

Eilif Magnusson  Arge er ættaður úr Klaksvík, men býr í Hoyvík.

Hann tekur við starvinum 1. oktober.

Brekumboðið fer at halda til í Klaksvík.

Brekumboðið er ein nýggj fyriskipan, sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og lívikor hjá fólki, ið bera brek.

Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og arbeiða fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek gerst týðilig í almenna rúminum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221