Hallur og Petur við aftur á landsliðnum

Hallur og Petur við aftur á landsliðnum
Hallur Hansson og Petur Knudsen eru við aftur á fótbóltslandsliðnum, meðan Noah Mneney og Poul Kallsberg eru uttanfyri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.09.2025 - 09:53

Hallur Hansson og Petur Knudsen eru við aftur á fótbóltslandsliðnum við monnum til HM-undankappingardystirnar á heimavølli, sum vera ímóti Montenegro og Kekkia í næstum.

Teir koma inn í hópin ístaðin fyri Noah Mneney og Poul Kallsberg, kunngjørdi Eyðun Klakstein á tíðindafundi í Havn fyrrapartin.

Hallur Hansson var ein av trimum KÍ-spælarum, sum ikki var úttikin til seinasta landsliðsumfar. Hinir vóru René Shaki Joensen og Patrik Johannesen. Teir báðir eru framvegis ikki við, men tað er liðskiparin hinvegin.

Petur Knudsen var skaddur seinast, men hann spælir nú aftur við NSÍ, og er ein, ið venjaratoymi yvirhøvur hevur satsað upp á.

Dystirnir ímóti Montenegro og Kekkia vera ávíkavist 9. og 12. oktober.

 

Landsliðshópurin:

Málverjar
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti V. Mørk, HB

Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK (Finnland)
Odmar Færø (KÍ)
Viljormur Davidsen (HB)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ

Miðvallarar
Brandur H. Olsen, NSÍ
Hallur Hansson, KÍ
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK

Framherjar
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Meinhard Egilson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514