U21-fótbóltslandsliðið óbroytt

U21-fótbóltslandsliðið óbroytt
Ólavur Mikkelsen hevur onga broyting gjørt og hevur tikið júst teir somu spælararnar út til U21-fótbóltslandsliðið hesa ferð, sum hann gjørdi seinast
 
29.09.2025 - 12:45

Ólavur Mikkelsen tykist vera væl nøgdur við sínar U21-spælarar, tí hann hevur tikið júst teir somu út til heimadystirnar ímóti Fraklandi og Sveis, sum hann hevði við sær seinast.

Landsliðsvenjarin hevur eisini góða grund til at geva sínum monnum álit aftur hesa ferð. U21-landsliðið hevur nevniliga vunnið allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini higartil; heima ímóti Estlandi og úti ímóti Íslandi og Luksemborg.

Dystirnir ímóti Fraklandi og Sveis verða 10. og 14. oktober ávíkavist á Djúpumýru og á Tórsvølli.

 

U21-landsliðiðshópurin:

Málverjar
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Verjuspælarar
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri

Miðvallarar
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

Framherjar
Jóhan Josephsen, B68 Toftir *
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino (ITA)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306