Andstøðan væntar, at hallið verður hálva milliard

Andstøðan væntar, at hallið verður hálva milliard
Tingfólk í andstøðuni hava ikki álit á, at hallið á fíggjarlógini bara verður 173 milliónir næsta ár, nú tilmælini frá ICES um uppsjóvarkvotur eru komin
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.10.2025 - 13:36

Fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar í løgtinginum í dag.

Tingfólk í andstøðuni hava ikki álit á inntøkumetingunum í fíggjarlógaruppskotinum, og vænta tí nógv størri hall, enn tær 173 milliónirnar, ið Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur mett í uppskotinum. 

 

Jacob Vestergaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eyðgunn Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Orsøkin er serliga tilmælið frá ICES um at skerja makrelkvotuna og svartkjaftakvotuna næsta ár, tí tað fer at síggjast aftur í inntøkunum frá veiðigjaldi, sum vera nógv minni enn væntað.  

- Her er ikki nóg væl arbeitt, tí hallið kann gerast hálv milliard, siga Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Hoyr samrøðu, sum Høgni í Jákupsstovu gjørdi við Bárð á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í fíggjarnevndini, í útvarpstíðindunum: 

 

02102025_Tingfolk_um_figgjarlog

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598